Granskingarráðið kunnar um vinnu ph.d.-stuðul og aðrar stuðulsmøguleikar
Á hugavert tiltak verður á Kambsdali í komandi viku. Granskingarráðið skipar í døgunum 28.-30. november fyri kunningarfundum um ymsar aktuellar stuðulsmøguleikar og fyrsti fundurin verður hildin á Miðnámi á Kambsdali 28. nov kl 13.00.
Hevur tú hugsað um eina granskingar- ella menningarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu? Hevur tú brúk fyri fíggjarligum stuðli til hetta?
Ein møguleiki er at søkja stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir. Granskingarráðið hevur møguleika at stuðla 3 verkætlanum við upp til 1 mill. kr. hvør. Til tiltakið verður kunnað um, hvussu tit kunnu søkja stuðul til eina slíka verkætlan. Greitt verður frá endamálinum við vinnu ph.d.-skipanini og krøvunum til umsóknir.
Ein annar møguleiki er at søkja stuðul til vinnuverkætlanir frá Horizon 2020. Her eru fleiri ymsar skipanir til ymisk stig í verkætlanunum. Greitt verður frá ymsu møguleikunum og krøvunum til hvørja skipan.
Eisini verður høvi at seta spurningar og fáa beinleiðis vegleiðing um ymsu skipanirnar.
Øll eru vælkomin.