Blixen unplugged í skúlahøllini

Mánadagin 27. november verður leikur á skránni í skúlahøllini. Tað eru Mette Frank Sørensen og Petrine Agger sum vitja á skúlanum við leikinum “Skibsdrengens fortælling”. Á ein nýskapandi og hugtakandi hátt blása tær nýtt lív í áhugaverda søguna, sum Karen Blixen skrivaði í 1942. Áskoðarnir verða leiddir inn í livandi søgugongdina, har orð og kroppur eru sterkastu amboðini og ongin scenografi er partur av uppsetanini. Leikurin hevur fingið góð ummæli.