Næmingar og vinnulívsfólk hava dystast í dag
Hvussu fært tú eina fyritøku at eydnast? Og hvussu fært tú úrslit í raksturin? Tað vita næmingar, sum hava virkisbúskap á a-stigi, eina rúgvu av ástøði um. Men hvussu er í veruliga lívinum? Í dag sloppu tey at royna seg meiri ítøkiligt, tá tey saman við kønum vinnulívsfólki spældi virkisspælið Business Combat.
9 lið vóru tilsamans og umleið fýra næmingar og fýra vinnulívsfólk vóru í hvørjum parti. Hóast øll arbeiddu við einari fiktivari fyritøku, var spenningurin í hásæti og áhugin stórur. Hvør mundi megna at skipa sína fyritøku á bestan hátt, bæði viðvíkjandi leiðslu, støðutakan, yvirliti, samstarvi og úrslitum?
Tað var Kjeld Nørgaard, sum stendur handan fyritøkuna Welcome Management og hevur meiri enn 20 ára royndir við virkisspølum, sum stóð fyri degnum. Hann sigur m.a. at undirvísing í gjøgnum spøl er lærufremjandi og eitt gott ískoyti til tann teoretiska partin.
Hóast kappingin var sera jøvn, varð fyritøkan við bestu úrslitinum kosin á middegi í dag. Vinnarnir gjørdist Johann Christansen, borgarstjóri í Eysturkommuni, Jóhan Jóhannesen, frá KSS, Margretha Petersen, lærari og Elsi Djurhuus, Jóhannes Olsen og Katrin Poulina Jansdóttir Wang, næmingar. Fyritøkan sum vann hevði eitt yvirskot uppá eini 1.470.000 kr.
– At arbeiða á hendan hátt er nakað heilt serstakt, greiða Jóhannes, Elsi og Katrin frá. Vit hava fingið sera nógv burturúr og tað hevur eisini verið stuttligt og gevandi at arbeitt saman við fólki frá vinnulívinum.