Innihaldsrík kvøldseta
Í gjárskvøldið skipaði Miðnám á Kambsdali fyri kvøldsetu. Skúlahøllin var fullsett og skráin innihaldsrík. M.a. vóru skemtingarsamar og áhugaverdar námsferðafrásagnir á skránni. Eisini vóru filmar sýndir og allir næmingar, sum hava tónleik, spældu góð og fjølbroytt løg. Harafturat traðkaði skúlakórið, sum telur 30 næmingar, fram við vøkrum sangi. Næmingar, sum hava evnafrøði, vísti somuleiðis fjøldini hvat kemiskar samansetingar kunnu gera, bæði viðvíkjandi liti, lukti, ljósi og ljóði. Í steðginum var sjónleikur, og næmingar spældi ein heldur øðrvísi leik, har møguleiki var at fylgja leikarnum ígjøgnum ymisk rúm á skúlanum. Sí myndir frá kvøldsetuni niðanfyri.