9. flokkar vitja á skúlanum

Miðnám á Kambsdali samstarvar við fólkaskúlarnar í nærumhvørvinum um at kunna 9. floks næmingar um útbúgvingartilboðini, sum skúlin hevur at bjóða. Seinastu dagarnar hava vit í hesum sambandi haft vitjanir av næmingum, sum møguliga koma at ganga á skúlanum næsta ár ella eitt av komandi árunum. Í dag vitjaðu 100 næmingar á Skúlatrøð í Klaksvík.