Kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Heystið er av álvara komið og veturin nærkast. Sum partur av skránni fyri novembur fer Miðnám á Kambsdali at bjóða inn til hugnaliga kvøldsetu. Kvøldsetan er eitt tiltak, sum hevur verið afturvendandi í mong ár. Høvuðsendamálið við tiltakinum er at skapa eitt bindilið ímillum lívið innanfyri og uttanfyri skúlans gátt og vísa innlit í nakað av tí virkseminum, sum fyriferst á skúlanum.
Ymiskt spennadi er á skránni og næmingar eru tilreiðar at framføra við tónleiki, leiklist og kórsangi. Eisini verður okkurt kemiskt innslag á skránni og tveir stuttfilmar verða sýndir.
Um tú hevur virknan leiklut í kvøldsetuni ella ei, vilja vit eggja tær at møta upp til tiltakið – tað verður hugnaligt! – og tak onkran við tær! Kanska ein fyrrverandi næming ella ein, sum umhugsar at ganga her. Foreldur og onnur áhugaði eru eisini hjartaliga vælkomin. Vit síggjast týskvøldið kl. 19.