Ítróttardagurin 19/20

Árligi ítróttardagurin á Kambsdali var hildin í sól og regni mikudagin 4. september. Flokkarnir høvdu valt hvør sítt tema og kappaðast á nógvum ymiskum økjum, bæði í kropsligar kappingar og við heilagymnastikki.

Kappingarnir vóru í ítróttahøllini, á parkeringsøkinum og inni í skúlanum. Tað vóru lítróttarlærararnir Turið Petursdóttir og Boban Ilic, sum skipaðu fyri, og øll í skúlanum tóku lut.