Hvussu ávirka skíggjarnir okkum?

Mánamorgunin 2. september helt týski sálarsjúkulæknin og heilagranskarin, Prof. Dr. Dr. Manfred Spitzer, fyrilestur fyri næmingum á Miðnámi. 

Manfred Spitzer er serliga kendur fyri bókina Digital demens, har hann lýsir, hvussu tað ávirkar okkum, at vit nýta so nógva tíð við teldu-, teldla- og telefonskíggjum.

Sum heitið á bókini bendir á, so hevur Manfred Spitzer eina greiða meining um, hvussu vandamikil teldunýtslan er, bæði fyri einstaklingin og fyri samfelagi.

Á myndini er týski granskarin saman við rektaranum í Miðnámi á Kambsdali.

Á vitjanini í Føroyum hevur Manfred Spitzer eisini almennar fyrilestrar, m.a. í Klingruni í Føroya Tele í Hoyvík, týskvøldið 3. september. 

Dømi um kjakíkast frá Manfred Spitzer í donskum miðlum: https://www.kristeligt-dagblad.dk/digital-demens-digitale-medier-oedelaegger-hjernen-og-goer-vores-boern-syge