Løgtingsval í Miðnámi

Vikuna undan løgtingsvalinum tann 30. august var politikkur og fólkaræði sett á skrá í Miðnámi á Kambsdali. Alla vikuna var sonevnt Speakers’ Corner í matarsteðginum, har yvir 40 ymisk valevni tóku lut, og hósdagin 29. august var stóri valdagurin við stórum pallborðsfundi í ítróttarhøllini, sofakjaki í auluni og borðprátum í kantinuni.

– Hetta er okkara skylda sum ungdómsskúli at seta fólkaræði og løgtingsvalið á breddan, segði Páll Isholm rektari við tíðindamiðilin, in.fo.

Hósdagurin byrjaði við, at næmingarnir orðaðu spurningar til flokkar og valevni. Síðani var stóri formansfundurin, ið hevur verið afturvendandi tiltak síðani miðskeiðis í áttatiárunum. Seinna partur var valkafé, har flokkar høvdu básar og løgdu fram sínar valskráir, áðrenn stóri kjakfundurin við ungum valevnum var í auluni. 

– Vit eru sera væl nøgd við dagin. Bæði luttøkuna hjá næmingunum, men eisini stóra áhugan og ómakin, flokkar og valevni hava gjørt sær. Hetta er heilt víst nakað vit ætla at endurtaka, segði rektarin við in.fo