Kósin er sett
Lærarar vóru miðskeiðis í mai mánaði á starvsfólkaferð í Skálavík. Ein innihaldsríkur túrur, sum legði lunnar undir góð undirvísingar amboð og nýggjar ætlanir fyri framtíðina. Tildømis lærdi lærarnir í eini verkstovu at tekna og at brúka tekning aktivt sum samskiftishátt í undirvísingini. Tað vanliga er at nýta orð, í skrift og talu, men visuellar myndir kunnu viðhvørt styrkja um samskifti og skapa eina felags fatan av hvat tað snýr seg um. Í verkstovuni bleiv m.a. arbeitt við einum stavnshaldi, har missjónir og visjónir fyri Miðnám á Kambsdali vóru teknaðar og litaðar á pappír.
Lærarnir komu fram til at:
Missjón skúlans er, at Miðnám á Kambsdali skal bjóða eitt breitt úrval av skipaðum miðnámsskúlaútbúgvingum. Skúlin skal somuleiðis skapa vitanarvøkstur í økinum saman við fólki, felagsskapum, vinnu, kommunum og stovnum.
Visjón skúlans er, at starvsfólk á staðnum ynskja at kveikja hugin hjá næminginum at læra mest møguligt, og eisini at menna virknar og ábyrgdarfullar borgarar í samfelagnum.
Lyklaorðini sum arbeitt varð við vóru: faklig dygd, arbeiðsgleði, samstarv og nýhugsan. Hetta eru somuleiðis hugtøk, sum skúlin nú í verki ynskir at arbeiða út frá. Tú kanst lesa meiri um stavnshald skúlans her. Tú kanst eisini hyggja at myndum, sum vóru tiknar av hugagóðum lærarum, sum kendi seg kveikt eftir nakrar áhugaverdar starvsfólkadagar og í hesum døgnum standa tilreiðar at taka væl ímóti næmingum, sum byrja eitt nýtt lestrarár.