Postarenning á skúlanum
Vit hava nú bjóðað 1.árs næmingunum vælkomin. Í hesum sambandi hevur skúlin skipað fyri introaktivitetum. Fyri løtu síðani hevur postarenning verið á skránni. Lærarar stóðu spjaddir runt í ymsum stovum og fyrsta avbjóðingin var at finna runt á skúlanum og at læra krókarnar at kenna. Í høvuðsheitinum var talan um at skapa samanhald í millum næmingarnar og samstarv var eitt lyklaorð í postarenningini. Tildømis skuldi næmingarnir renna við eggum, gera eitt torn saman og gita hvussu nógv vatn var í einum ílati, og so varð ein felags spurnarkapping fyri hvønn flokk eisini hildin. Eisini fingu næmingarnir høvið at heilsa uppá komandi lærarar í hesum samanhanginum.
Seinni í dag verður felagsborðhald fyri øllum 1.ársnæmingunum.
Her er nakrar myndir av hugnaligu løtuni vit høvdu saman fyrr í dag.