Ein góð byrjan uppá árið

Næmingarnir, sum júst er byrjaðir á Miðnám á Kambsdali, hava haft eina góða og innihaldsríka introviku. Hóskvøldið varð skipað fyri felagsdøgurða í skúlahøllini. Næmingarnir hjálptu til at pynta, dekka borð og gera matin tilreiðar. Undir borðhaldinum bleiv sungið og spælt, og somuleiðis varð avdúkað hvør hevði vunnið postarenningina. Eisini komu Danny and the veetos syngjandi inn á skúlan ímeðan næmingarnir sótu til borðs. Ein hugnalig løta og góð byrjan uppá árið.

Fríggjamorgunin fóru allir næmingarnir, saman við lærarum teirra, niðan á trælavatn. Hóast veðrið var eitt sindur kalt høvdu tey ein frálíkan túr.

Vit lata myndirnar tala fyri seg.