Kunningarfundur fyri nýggjar næmingar

Í kvøld klokkan 19 verður kunningarfundur á Kambsdali fyri allar næmingar, ið skulu byrja á skúlanum eftir summarfrítíðina.

Kunnað verður um ymisk praktisk viðurskifti í samband við skúlaársbyrjan, so sum bókakeyp, teldur og telduforrit v.m.

Kunningarfundurin verður í skúlahøllini.