Ársins fyrsta pisa

Fríggjamorgun 15. juni var merkið vundið á stong á Kambsdali, tí í morgun varð ársins fyrsta pisa á Kambsdali floygd. Tað var Alborg Høgagarð, ið hevur gingið á búskaparbreytini í flokkinum B15d, sum var til próvtøku í virkisbúskapi A. Alborg tók fyrst FHS og helt síðan fram á 2. ári á búskaparbreytini. Seinni í dag – og komandi dagarnar – verða fleiri liðug og sleppa at uppliva góðu kensluna av at fáa húgvuna á høvdið; húgvuna, sum er ímyndin av miðnámsútbúgvingini. Flestu næmingarnir hava tó ikki sína seinastu próvtøku fyrr enn 25. juni og 26. juni og nøkur fá 27. juni.

Eftir at Handilsskúlin og Studentaskúlin í 2015 vórðu lagdir saman í ein stovn, Miðnám á Kambsdali, varð eisini húgvan broytt. Ymsu breytirnar hava varðveitt somu litir, sum hesar útbúgvingar traditionelt hava havt, men allar eru prýddar við búmerki skúlans. Búmerki vísir sostatt útbúgvingarstaðið, meðan liturin vísir breytina.

Til stuttleikar kunnu vit nevna at tá Alborg fekk sítt FHS-prógv í 2016, var hon eisini millum fyrstu næmingarnar, ið fingu húgvu við nýggja búmerki skúlans.

Miðnám á Kambsdali ynskir Alborg – og teimum, ið koma aftaná – hjartaliga tillukku við miðnámspróvnum.