Yvirlit yvir próvhandanir

Her er eitt yvirlit yvir tær ymisku próvhandaninar sum verða í næstu viku.

Mikudagin 27. juni kl. 13 verður próvhandan í Skálanum í Klaksvík. Tey sum hava gingið á HF í Klaksvík fáa prógv.

Mikudagin 27. juni kl. 13 verður próvhandan á Miðnámi á Kambsdali.Tey sum hava gingið á FHS fáa prógv.

Mikudagin 27. juni kl. 17 verður Pisufundur á Gøtusandi.

Hósdagin 28. juni kl. 13 verður próvhandan í ítróttarhøllini á Kambsdali. Tey sum hava gingið á Miðnámi á Kambsdali fáa prógv.

Meir verður at frætta um skránna seinni.

Skúlagongdin byrjar aftur 15. august.