Lærarastørv á Kambsdali 2020 – 2021

Miðnám á Kambsdali søkir nú eftir tímalærarum og avloysarum til komandi skúlaár.

Læraratímar eru í hesum lærugreinum:

Føroyskum A (20 t/v), støddfrøði C (15 t/v), sølubúskapi C (8 t/v) og virkisbúskapi C (16 t/v)

Avloysaratímar eru í hesum lærugreinum

Føroyskum A (12 t/v), fronskum A (9 t/v)

Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum. Tímatølini í klombrum eru vegleiðandi. Talan kann gerast um fast starv.


Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður at undirvísa í B og A stigi, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Tann, ið settur verður at undirvísa í C stigi, skal hava bachelor útbúgving á 180 ECTS í einari lærugrein frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:

  • at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
  • at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
  • at leiða og leggja til rættis undirvísingarstøðuna
  • at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali

Harafturat verður dentur lagdur á:

  • at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu
  • at tú hevur góðar KT førleikar

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2020. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo.

Spurningar um størvini kunnu setast Páll Isholm, rektara, á pai@kambsdalur.fo.

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.