Lærarastørv á Kambsdali 2022 – 2023
Miðnám á Kambsdali søkir eftir undirvísarum á gymnasialu breytunum og serbreytini eins og orðblindalærara.
Undirvísingartímar eru leysir at søkja í hesum lærugreinum á gymnasialu breytunum – mett vikutímatal: Alisfrøði (3), enskum (13), fígging C (6), føroyskum (18), heimspeki C (3), kunningartøkni C (6), landafrøði C (9), lívfrøði (11), mentanarfatan C (3), religión C (3) samfelagsfrøði (17), sálarfrøði C (9), støddfrøði (25), søgu (8), sølubúskapi B (12), tónleiki C (6), vinnulívsrætti C (6) og virkisbúskapi (24)
Talan kann vera um fast starv, avloysarastarv ella tímalærarastarv – tó treytað av játtan og virksemi.
Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður at undirvísa í B og A stigi, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Tann, ið settur verður at undirvísa í C stigi, skal hava minst bachelor útbúgving á 180 ECTS í einari lærugrein frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum. Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast gjørligt. Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.
Størv á serbreytini
Serbreytin er fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin á serbreytini er einstaklingalagað undirvísing í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi og í sosialum og verkligum førleikum eftir OCN-skipanini.
Søkt verður eftir fýra starvsfólkum til serbreytina við námsfrøðiligari útbúgving, eitt nú læraraprógvi, námsfrøðingaprógvi ella aðrari viðkomandi útbúgving.
Talan kann vera um fulltíðarstørv at seta frá 1. august. Dentur verður lagdur á royndir og útbúgving innan sernámsfrøðiliga økið ella aðra viðkomandi útbúgving.
Skúlin fer at leggja dent á, at umsøkjarar fara at taka virknan lut í at menna eitt gott námsfrøðiligt skúlaumhvørvi í eini skúlabreyt, har samstarv, nýggir arbeiðshættir og KT eru týðandi tættir.
Harumframt fer skúlin at leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til sernámsfrøði og eru sinnaðir at ogna sær økt innlit og vitan um hetta.
Orðblindalærari
Talan er um eitt 1/5 avloysarastarv í skúlaárinum 22/23. Setanin kann verða longd.
Starvið verður sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.
Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava útbúgving sum orðblindalærari umframt minst bachelorprógv í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla, ella læraraprógv ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Umframt almennu og persónligu førleikarnar í hesi starvslýsing verður dentur lagdur á, at umsøkjarin hevur góðar førleikar at greina lesitrupulleikar og seta hóskandi átøk í verk, og hevur royndir við at nýta CD-orð og Nota.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
✓ at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
✓ at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
✓ at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
✓ at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi
á Kambsdali
Harafturat verður dentur lagdur á:
✓ at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu
✓ at tú hevur góðar KT førleikar
Setanarviðurskifti
Skúlin leggur dent á at fáa samlaðu tímaætlanina at ganga upp. Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum og sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 20. apríl 2022. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo.
Spurningar um størvini kunnu setast Honnu Jensen, rektara, á hje@kambsdalur.fo – í sambandi við serbreytina tó til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, á olw@kambsdalur.fo. Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo