Ungt Virki 2022: Frá hugskoti til veruleika
Ungt Virki er ein kapping fyri ungar íverksetarar. Luttakararnir eru næmingar á búskaparbreyt, sum hava lærugreinina innovatión. Í ár var kappingin á Glasi, og uml. 130 næmingar við 26 verkætlanum luttóku. Sjey av verkætlanunum vóru frá Miðnámi á Kambsdali.
Hvør verkætlan hevði eitt produkt, sum varð sýnt fram í einum bási, har øll vóru vælkomin framvið at síggja og hoyra meira. Bólkarnir høvdu eisini framløgur fyri øllum í stóra atrium á Glasi og samrøður við dómararnar.
‘Broddi’ fór við sigrinum
Allar verkætlanirnar vóru ymiskar og gjøgnumførdar, so kappingin var sera hørð. Vinnararnir vóru verkætlanin ‘Broddi’ við næmingum á Glasi. Sostatt verður tað ‘Broddi’, sum fer at umboða Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn, har 42 tær bestu verkætlanirnar í ríkinum fara at kappast um besta hugskotið.
Á øðrum plássi var ‘Safedrive’ (Glasir), ‘Plagga’ (Glasir) gjørdist nr. 3, meðan ‘eFishient’ (Miðnám á Kambsdali) fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini.
Í dómsnevndini í ár vóru Regin Dalsgaard, Thetis, Súsanna Laursen, Hugskotið, Hendrik Egholm, sjálvstøðugt vinnurekandi, Óli Kristian á Torkilsheyggi, Navia, Rói Poulsen, Nema, Turið Madsen, Betri, og Anna Maria Toftegaard, Betri.
Droyma um at gera línufiskarí virknari
Vit hava prátað við eFishient, sum fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini. Magnus Rúnason Mohr, Filip Kruse Johansen, Jákup Hummelland og Bjarti Højbro úr B20b í Miðnámi á Kambsdali er mennirnir handan eFishient. Teir lýsa seg sum fýra ungar íverksetarar við einari missión um at effektivisera línufiskarí. Hetta vildu teir gera við einum línuvektsensori, ið sigur nær línan er full.Teir høvdu 3D-printa eina modell av vektsensorinum í Fab Lab verkstovuni.
Spurdir um hvat tað besta við at luttaka í Ungt Virki er, svaraðu teir at tað er gott at arbeiða sum eitt toymi.
“Tað er eisini ordiliga gott at sleppa av við nervarnar, nú tá framløgan er yvirstaðin.”
Teir hava brúkt nógva orku uppá at fyrireika seg og hava lagt fram fyri hvørjum øðrum fleiri ferðir. Heildarinntrykkið í básinum var sera gjøgnumført, teir fýra vóru ílatnir sum sjómenn í skipstroyggjum og gummiskóm, og teir bjóðaðu teimum vitjandi turran fisk.
Allir bólkarnir vóru samdir, um at tað er stuttligt at síggja eitt hugskot gerast til veruleika.