Merk mørk
Í morgun høvdu vit vitjan av Fólkaheilsuráðnum sum hesa vikuna skipar fyri tiltakinum Vika Sex. Vika Sex er eitt afturvendandi tiltak sum hevur til endamáls at upplýsa ung fólk um kyn, kropp og seksualitet.
Fólkaheilsuráði skrivar á heimasíðu síni: “Tá ung eru tilvitað um síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum, duga tey betur at siga frá og skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.
Evnið er “MERK MØRK”, títað er ein sannroynd, at farið verður út um mark, bæði síni egnu og mørk hjá hvør øðrum.
Við tiltakinum “MERK MØRK” vilja fyriskipararnir varpa ljós á mørk, har víst verður á ymiskar støður, har farið verður út um mark. Endamálið er, at fáa tey ungu at hugsa um týdningin av mørkum og hugleiða um:
– Hvørjar avleiðingar eru av at fara út um mark?
– Hvussu merkja vit mørkini hjá okkum sjálvum og øðrum?
– Hvussu tryggja vit, at vit halda okkum innanfyri mørkini hjá hvør øðrum?
Tað er umráðandi, at hugsa um mørk í teimum ymisku rúmunum, sum ung ferðast í – eisini í talgilda heiminum.
Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av mørkum, og tora at gera vart við síni egnu mørk. Tilvitan um mørk hevur týdning fyri at viðurkenna mørk hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða hesi mørk.”
Tiltakið byrjaði við at Persson & Dahl framførdu ein sera áhugaverdan og hugvekjandi sjónleik fyri næmingunum. Sjónleikurin var sera væl uppsettur, skilt á tann hátt, at áskoðarnir ikki vistu um tað var sjónleikur ella um tað var veruligt. Síðani vístu teir tveir filmar um hvussu vit kunnu bróta møkini hjá hvør øðrum.
Eftir hetta kundu næmingarnir hitta umboð fyri Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Sig frá!, sum eisini standa fyri tiltakinum.
Vit takka fyri vitjanina.
Myndin er frá folkaheilsa.fo