Opið hús á Kambsdali mikukvøldið

Ætlar tú tær á miðnám í summar, so er tað mikukvøldið, tú skalt koma á Kambsdal. Her fært tú kunning um allar møguleikarnar og svar uppá allar spurningarnar.

Klokkan 18 lata vit dyrnar upp á víðan vegg.

Á Kambsdali eru sjey ymiskar miðnámsbreytir. Búskapar-, fyrireikingar- hug-, náttúru- og serbreyt og FHS yrkisnám umframt nýggi norðuratlantiski studentaflokkurin, sum ferðast millum fýra lond uppá trý ár. Kunnað verður sjálvandi eisini um musikkskúlamiðnám, ítróttarmiðnám, ungt virki, FabLab, skúlakór o.a. sum eyðkennir skúlan á Kambsdali.

Høvi verður at hitta næmingar, lærarar, lestrarvegleiðarar og orðblindalærarar.

Frá 18 til 19 og frá 20 til 21 verður møguleiki at vitja básar, sum kunna um ymisku breytirnar, lærugreinarnar og tilboðini á skúlanum. Tá eru sjálvandi øll serhøli skúlans eisini opin. Millum 19 og 20 verður felagstiltak í Auluni við samrøðum og tónleiki.

Skráin fyri kvøldið:
Kl. 18:00 Dyrnar og kunningarbásar lata upp
Kl. 19:00 – 20:00 Felagstiltak í Auluni við samrøðum og tónleiki
Kl. 20:00 – 21:00 Kunningarbásar hava opið

Niðanfyri er ein samandráttur frá opið hús tiltakinum í fjør.