Miðnámskórið byrjar aftur
Í morgin, 2. blokk, byrjar vælumtókta miðnámskórið aftur at venja.
Síðsta skúlaár var eitt sera spennadi ár hjá kórinum. Tey luttóku á eitt nú Kórfestivalinum hjá Kórsambandi Føroya sum var hildin í Norðurlandahúsinum. Harumframt luttóku tey eisini á kvøldsetunum sum vóru á skúlanum, til jólaguðstænastur, og so skipaðu tey eisini fyri eini konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tey venja í tónleikastovuni og tað eru Randi Hansen og Eyðun á Lakjuni sum skipa fyri.