Vetrarjazzur
Í morgun høvdu vit vitjan av jazz tónleikabólkinum Karl Bjorå’s Aperture. Manningin í bólkinum er Karl Bjorå á guitar, Adrian Løseth Waade á violin, Winther á trummum og Bárður Reinert Poulsen á bass. Føroyingurin, Bárður Reinert Poulsen, sum spælir bass, hevur fleiri ferðir vitja á Kambsdali.
Bólkurin er í Føroyum í hesum døgum í samband við árliga Vetrarjazz festivalin. Til ber at uppliva teir í høvuðsstaðnum hetta vikuskifti.
Um tú vilt vita meir um Karl Bjoråðs Aperture so kannst tú vitja facebook síðuna hjá bólkinum við at trýsta á her.
Skúlin takkar teimum fyri konsertina í morgun.
Á instagram síðuni hjá skúlanum ber til at síggja eitt brot av konsertini. Trýst her fyri at síggja filmsbrotið.