Mytur og misskiljingar

Farnu árini hevur Kyn skipað fyri Viku Sex. Endamálið er at varpa ljós á seksuel evni so seksuella heilsan og trivnaðurin millum føroysk ung verða styrkt. Tiltøkini eru m.a. á miðnámsskúlunum. Á Kambsdali hevur Kyn havt bás, har næmingarnir hava sæð ymiskar fyribyrgingarhættir og m.a. fingið kunning um, hvussu ein spiralur verður lagdur.

Sum nakað nýtt hevur Kyn í ár arbeitt við eini nýggjari heimasíðu, www.kyn.fo, ið skal vera ein føroyskur pallur fyri ung, har tey kunnu leita sær vitan um seksuel evni. Heimasíðan hevur eisini ein brævkassa, har ung dulnevnt kunnu seta spurningar.

Í innslagnum frá Degi og viku 6. februar eru samrøður við umboða fyri Kyn og næmingar á Kambsdali.

https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/02/06/vika-sex-um-mytur-og-misskiljingar