Sosial burðardygd í miðdeplinum

So var enn ein Norðurpluss verkætlan liðug á hesum sinni. Evnið var sosial burðardygd, og trý lond vóru við í verkætlanini: Føroyar, Danmark og Ísland

Bergmann og Christina vóru føroysku umboðini og hava saman við 12 føroyskum næmingum verið ein partur hesari verkætlanini. Talan er um eitt samstarv ímillum Miðnám á Kambsdali, Tietgen Handelsgymnasium og Verslunarskóli Íslands. Føroysku næmingarnir vóru teir fyrstu, sum skuldi hýsa íslendsku og donsku næmingunum. Tískil møttist føroysku næmingarnir og lærararnir nakrar ferðir og fyrireikaðu uppihaldið. Vit byrjaðu í apríl 2024 við fyrstu vitjanina í Føroyum. Síðani fóru vit til Danmarkar í septembur 2024. Loksins endaðu vit við vitjan í Íslandi í januar 2025.

Tað sum var serstakt fyri verkætlanina var, at næmingar skuldi senda eina umsókn inn og greiða frá, hví tey ynsktu at gerast ein partur av henni. Tískil var talan um næmingar úr ymsum flokkum frá teimum trimum skúlunum. Næmingarnir búðu eisini hjá hvørjum øðrum og eru tískil komin at kennast rættiliga væl. Endamálið við verkætlanini hevur verið at kanna burðardygd, og vit hava serliga viðgjørt tað økið, sum fevnir um sosiala burðardygd. Hetta merkir, at vit hava kannað, hvussu londini hvør sær arbeiða við sosialari burðardygd innan ymisk økir. Í Føroyum vitjaðu vit m.a. Landsstýrið, Bakkafrost og Reyða Kross. Í Danmark vitjaðu vit Voldsmose, høvdu verkstovur av ymsum slag og vitjaðu kaffistovur, har øll starvsfólkini arbeiddu sjálvboðið. Eisini stukku vit inn á gólvið í Norðuratlantiska húsinum í Odense og tosaðu um samstarv og søgu landanna millum. Í Íslandi vitjaðu vit Landsbjørg, har vit hoyrdu um, hvussu íslendingar sjálvboðið hjálpa til, tá fólk koma í neyð úti í náttúruni. Harumframt vitjaðu vit eisini Altingið, málsavn og handritasavn og lærdu um fornsøgur og gomul handrit, og hvat tey siga okkum um norðurlendsku trúnna og hugsanir hjá norðurlendingum fyrr á døgum. Skráin hevur í øllum trimum londum sum heild verið á tremur við spennandi vitjanum kring landið og áhugaverdum tiltøkum og verkstovum á skúlunum, og hetta eru bara brøkpartar av tí, sum vit saman hava upplivað.

Ein fastur táttur øll trý støðini hevur eisini verið málundirvísing. Næmingar hava lært eitt sindur av føroyskum í Føroyum, donskum í Danmark og íslendskum í Íslandi. Tey hava fingið málundirvísing, men hava eisini havt framløgur og framleitt filmar.

Verkætlanin hevur verið bæði faklig, men sanniliga eisini sosial. Vit hava hugnað okkum og havt nógvar góðar upplivingar saman. Lokala mentanin hevur verið ein stórur partur av ferðunum. Í Føroyum royndu vit kappróður, dansaðu føroyskan dans í fjøllunum og royndu siðvandan, føroyskan mat. Í Danmark vóru vit á súkklutúri, á strondini, spældu minigolf, grillaðu pylsur og ótu brunsviger (man var trods alt i Odense). Og í Íslandi vitjaðu vit geysir, Þingvellir, Gullfoss, svumu í lokalu svimjihøllunum, gistu í skísmáttu, sóu hondbóltsdyst saman, sungu felagssang og nógv, nógv, nógv annað.

Sum heild kann sigast, at hendan Norðurpluss-verkætlanin hevur verið væleydnað, og vit vóna, at upplivingin hevur ment næmingarnar og givið teimum eina breiðari fatan av sosialari burðardygd og norðurlendskum felagsskapi. Kanska mest umráðandi av øllum, at tey eru komin at kennast eitt sindur betri og fingið innlit í lív, søgu, mál, hugburð og mentan hjá hvørjum øðrum og víðkað sær sjónarringin. 😊