Stuttsøgukapping á Kambsdali

Hevur tú ein rithøvund í búkinum, eina góða søgu í høvdinum, og vilt tú vinna 5.000 krónur? So er at fara í gongd nú, tí aftur í ár skipar Miðnám á Kambsdali fyri skrivikapping millum allar næmingarnar skúlans. Freistin at lata inn er á grækarismessu 12. mars klokkan 15. Vinnararnir verða kosnir mikudagin 7. mai.

Á myndini síggja vit vinnarin av 1. virðisløn 2024 Sáru Thomsen (t.v.) og vinnarin av 2. virðisløn 2024 Annu Katrin Mohr. Tú kanst lesa meira um kappingina í fjør her.

Í sambandi við kappingina verður skriviskeið á Miðnámi á Kambsdali. Skeiðið verður 19. februar og 26.februar, báðar dagarnar í øðrum blokki, t.e. kl. 9.55-11.25. Í ár er tað Rakel Helmsdal, sum fer at hava skeiðið.  Rakel er ein av virknastu føroysku rithøvundunum og m.a. skriva bøkurnar Dreymsótt, Toran gongur, Hon, sum róði eftir ælaboganum og Leyp nú, Eva. Fleiri upplýsingar um Rakel eru á https://rakelhelmsdal.info/wordpress/.

Á skeiðinum sleppur tú at menna tínar skriviførleikar, og hvør veit, um tað ikki verður tú, sum verður hepni vinnarin í ár.

Eins og undanfarin ár skal teksturin vera ein stuttsøga, sum skal vera á leið 1.000 orð á føroyskum máli. Tá ið tú hevur skrivað søguna, skalt tú senda hana sum word-skjal til skrivstovuna (teldupost: kambsdalur@kambsdalur.fo). Telduposturin skal verða merktur “stuttsøgukapping”.

Ein dómsnevnd við tveimum lærarum og einum rithøvundi velur vinnararnar, og dømingin er anonym. Tað merkir, at dómararnir fáa ikki nøvnini á luttakarunum. Tú skalt tí bara skriva tínar kontaktupplýsingar (navn, telefon, teldupost, bústað) í teldupostin, ikki í word-skjalið.  Heitið á skjalinum skal vera tað sama sum heitið á søguni.

Bara núverandi næmingar á Miðnámi á Kambsdali kunnu taka lut. Fyrsta virðisløn er 5.000 krónur, onnur virðisløn 3.000 krónur og triðja virðisløn 1.000 krónur. Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at meta, um virðislønir skulu latast. Vinnararnir verða kunngjørdir við navni.

Tað er ikki loyvt at lata søgur inn, sum longu eru givnar út ella eru prentaðar í onkrari útgávu. Men um tú t.d. læt eina søgu inn til kappingina í fjør, sum tú fegin vilt snøgga og bøta um og nýta umaftur í kappingini í ár, so kanst tú tað.

Letur tú eina søgu inn til kappingina, gevur tú samstundis loyvi til, at søgan kann verða almannkunngjørd á heimasíðu skúlans og prentað í møguligari útgávu.

Í fjør vann Sára Thomsen úr N22x fyrstu virðisløn fyri stuttsøguna “Yvir um hav …”, Anna Katrin Mohr úr H23a vann aðru virðisløn fyri “Summarhúsið”, og Antonia Eyðunsdóttir Larsen úr H21b vann triðju virðisløn fyri “Húsmóðir”.