Næmingar kappast um best rikna virki

Síðst í januar arbeiddu næmingar í Virkisbúskapi A og Sølubúskapi A við búskaparspælinum Tour De Economy. Hetta er eitt spennandi spæl, sum gevur verunleikakendar avbjóðingar, har næmingar sleppa at royna seg við ovastu leiðslu, innkeypi, marknaðarførslu, sølu og starvsfólkaleiðslu.

Harumframt skulu næmingarnir gera roknskap og seta upp pengastreym. Virkið við størsta yvirskotinum í nøkur ár vinnur kappingina.

Hóast talan er um fiktiv virki, so var arbeiðslagið merkt av stórari hugsavnan og ágrýtni.

Á myndunum eru vinnandi toymini saman við Margit Petersen, sum skipaði fyri kappingini. Tvær kappingar vóru. Í tí fyrru vunnu Ditlev, Atli og Sølvi. Í tí seinnu vóru vinnararnir Jústines, Benjamin, Dávid og Bárður.