Næmingar vitja Letland

Fimm næmingar í flokkinum B18a á Búskaparbreyt hava júst verið á námsferð í Letlandi.

Túrurin var ein liður í Nordplus Junior verkætlan um grøna ferðavinnu, har skúlaflokkar úr fýra londum – Letlandi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum – samstarva.

Verkætlanin Green Tourism fór av bakkastokki á heysti 2018, tá fimm næmingar úr hvørjum flokki hittust til fyrstu fundirnar. Í fjør varð vitjað í Vestmannaoyggjunum í Íslandi og á Kambsdali í Føroyum, og nú var túrurin so komin til Letlands.

Lettiski skúlin liggur í býnum Liepaja, sum við sínum á leið 70.000 íbúgvum er triðstørsti býurin í Letlandi. Næmingarnir vitjaðu vatnverkið í Liepaja, olympisku ítróttarmiðstøðina í býnum og eitt øki við bunkarum frá seinna veraldarbardaga (myndin omanfyri).

Í verkætlanini vitja næmingarnir skúlarnar hjá hvørjum øðrum, og tey gista heima hjá hvørjum øðrum. Harumframt arbeiða tey við ymiskum lokalum verkætlanum og læra um mentan og vinnu. Fimm næmingar úr hvørjum landi eru við hvørja ferð, og arbeitt verður í bólkum við einum næmingi úr hvørjum landi.