Næmingurin hesa vikuna: Bjørt Nielsen

Á várkvøldsetuni, sum verður komandi mánakvøld, fer Bjørt Nielsen at greiða frá um kappingina Ungt Virki, sum hon var við til at vinna í fjør.
Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla?
Eg eri orðblind og havi altíð havt tað tungt við at ganga í skúla. Eg kom til eitt punkt, har eg vildi royna at bjóða mær sjálvari av, so eg valdi at fara á miðnám fyri at prógva fyri mær sjálvari, at eg kundi klára tað.
Hvørjari breyt gongur tú á?
Eg gekk á FHS-yrkisnámi í 2017-2018, og eg valdi at fara beinleiðis víðari á búskaparbreyt, B17d.
Hví valdi tú júst hesa breytina?
Eg valdi sum sagt at fara á FHS-yrkisnám fyrst, tí eg visti ikki, um skúlin fór at vera nakað fyri meg, men eftir eina tíð fann eg útav, at búskapur var akkurát nakað fyri meg, tað gav mær ein heilt annan máta at síggja verðina uppá, so eg valdi at fara víðari á búskaparbreyt, sum tekur 2 ár afturat.
Hvør er tín yndislærugrein?
Uha, tað er ein torførur spurningur, men tað má nokk vera sølubúskapur.
Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava?
Um mann skal lýsa ein góðan lærara, so er tað Margit Petersen.
Lýs lestrarlívið við trimum orðum?
Hart
Ógloymandi
Spennandi
Hvat ger skúlin rætt?
Hann gevur øllum næmingum ein møguleika at menna seg.
Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd?
Tað var tá eg, saman við tveimum gentum, stovnaði virki Faroe Sea Beauty. Vit fóru til Ungt virki, har vit vunnu kappingina. Síðani fóru vit víðari til Danmarkar at kappast. Tað, sum setti prikkin yvir i-ið var, at vit sluppu at leggja fram um Faroe Sea Beauty fyri Fríðriki krúnprinsi í samband við Føroyavitjanina hjá honum og familjuni í august 2018.
Alt hetta er nakað, sum eg ongantíð fari at gloyma, og hevði tað ikki verið fyri Miðnám á Kambsdali og teir fantastisku lærararnar, sum starvast har, hevði tað ikki verið gjørligt.
Hvar ert tú um 5 ár?
Uha, tað er eitt sindur torført at meta um, men dreymurin er at hava mítt egna virki, sum gongur væl ella at verða sjúkrarøktarfrøðingur. Fyrst taki eg bara ein dag í senn og royni at gera skúlan lidnan, so má tíðin vísa, um dreymarnir verða til veruleika.