Várkvøldseta verður mánakvøldið 11. mars kl. 19

Kvøldseta er alment tiltak á skúlanum, har øll eru vælkomin – núverandi næmingar, avvarðandi og vinfólk, komandi næmingar, sum hava hug at koma at hyggja seg um og fáa vegleiðing og ikki minst fyrrverandi næmingar, sum hava hug at leita aftur á gamlar gøtur.

Ætlanin við kvøldsetuni er, at hon er eitt hugnaligt tiltak fyri øll, har næmingar sýna fram nakað av tí, sum fyriferst á skúlanum.

Áhugaverdi gesturin hesaferð er fyrrverandi næmingurin á skúlanum, Rudi Kollslíð, sum er leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Hon fer at greiða frá yrkisleið síni, frá tí hon leyk prógv sum málsligur studentur til starvið í dag sum hjartalækni.

Tónleikahold á ymiskum árgangum framføra, miðlanæmingar greiða frá spennandi verkætlan, næmingar lesa egnar yrkingar á enskum, og vit hoyra og síggja ferðafrásøgn frá flokki, sum í heyst var á námsferð á heldur óvanliga námsferðarmálinum Kap Verde.

Næmingarnir av Kambsdali, sum luttóku á Ungum Virki, fara at greiða frá teirra hugskoti og hvussu arbeiðsgongdin hevur verið.

Freistin at søkja inn á miðnám er 15. mars, og lestrarvegleiðingin verður hetta kvøldið tøk at svara spurningum og ivamálum. Kafé verður eisini, so gott er at hava reiðan pening við.

Verið hjartaliga vælkomin á Miðnám á Kambsdali mánakvøldið kl.19.00!