Næmingurin hesa vikuna: Signa Hansen

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla?

Fyri at vera heilt erlig, valdi eg miðmámsskúlan á kambsdali av tí hann lá tættast við, og tí eg visti ikki hvat annað eg skuldi gera. Eg hevði ikki stórar forvantningar av tí at eg aldrin hevði verið serliga góð í skúlanum. Tá eg so kom at ganga á kambsdali, fann eg útav nógvum um meg sjálva. Eg fann útav at búskapur faktiskt er orduliga spennandi, og hvussu umráðandi marknaðarførsla og annað tílíkt er. Eg havi fingið nógvar nýggir vinir, og sera góðir lærarir sum altíð eru tilreiðar at hjálpa. Eg fór at klára meg sera væl í skúlanum og eg havi fyngið sera nógvar góðar upplivingar frá skúlanum.

Hvørjari breyt gongur tú á?

Búskaparbreyt

Hví valdi tú júst hesa breytina?

Eg tók FHS fyrst, tí eg hugsaði at eg aldrin fór at klára at ganga í skúla í trý ár afturat, men eg lærdi so ótrúliga nógv í FHS og fekk so nógvar góðar upplivingar og vinir, at eg valdi at fara víðari á búðskaparbreytuna. Eisini byrjaði eg at dáma tey búskaparligu fagini sera væl, og eg sá hvussu umráðandi tey vóru í tí veruliga lívinum, so tað var ein upplagdur møguleiki hjá mær at vaksa meira innanfyri øki.

Hvør er tín yndislærugrein?

Eg havi trýggjar sum eg ikki kann velja ímillum. Tær eru innovatión, sølubúskapur og vinnulívsrættindi. Annars dámar mær allar lærugreinarnar.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava?

Ein góður lærari eigur altíð at vera tilreiðar at hjálpa sínum næmingum. Hann skal kunna undirvísa øllum í flokkinum, bæði tey sum eru væl fyri í skúlanum og teimum sum ikki eru so væl fyri. Hann skal klára at halda undirvísingini spennandi og fjølbroytta, soleiðis at næmingarnir klárar at fylgja við í 120 min. Síðst men allar viktigast er, at hann skal vera góður við næmingarnir. Hann skal vera góður við teir sjálvt um allir ikki altíð fylgja so væl við. Hetta er viktigast av tí at um ein næmingur følir at lærarin er góður við hann, fer hann at vilja gera læraran glaðan afturfyri, við at gera skúlating, fylgja við og líknadi.

Hetta eru alt eginleikar sum flestu lærarinir á kambsdali hava.

Lýs lestrarlívið við trimum orðum?

Mennandi, avbjóðandi og deadlines.

Hvat ger skúlin rætt?

Eitt tað besta við kambsdali er at tey leggja dagar av til t.d. ítrottardag og hava ymisk tiltøk sum tema kvøld og opið hús har næmingarnir eru nógv involveraðir. Eisini er tað gott at fara á virkisvitjanir, so man sær hvussu tað vit læra verur brúkt í tí verðuliga lívinum.

Hvat kundi skúlin gjørt betri?

Skúlin kundi havt meira pláss til bólkarúm o.s.f..

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd?

Ein hending sum eg allarhelst aldirn fari at gloyma, var tá eg, saman við tveimum ørðum gentum vann FM Ungt Virkið 2018. Tað var ein sera lærurík og mennandi hending. Eftir at hava vunnið Ungt Virkið, sluppu vit ókeypis til Danmark at kappast til DM í Young Enterprice, til Grønlands at vera við í eini konferansu um at gagnnýta havi, og at leggja framm fyri krúnprinsi Fredrik, soni hansara Christian og løgmanni, Aksel V. Johannesen.

Hvar ert tú um 5 ár?

Eingin veit hvat framtíðin hevur at bjóða. Eitt veit eg tó, og tað er, at eg havi sett mær hægri mál fyri útbúgving og yrkisleið síðani eg kom at ganga her á kambsdali. Eg eri vorðin bjartskygdari um framtíðina, og viðmæli nú øllum um at velja Miðnámsskúlan á Kambsdali.