Rudi Kollslíð verður gestarøðari
Til várkvøldsetuna í kvøld verður tað fyrrverandi næmingurin á skúlanum, Rudi Kollslíð, sum kemur at hugleiða um sína yrkisleið. Rudi er í dag leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Hon fer at greiða frá yrkisleið síni, frá tí hon leyk prógv sum málsligur studentur til starvið í dag sum hjartalækni.
Eisini koma tónleikahold á ymiskum árgangum framføra, miðlanæmingar greiða frá spennandi verkætlan, næmingar lesa egnar yrkingar á enskum, og vit hoyra og síggja ferðafrásøgn frá flokki, sum í heyst var á námsferð á heldur óvanliga námsferðarmálinum Kap Verde.
Næmingarnir av Kambsdali, sum luttóku á Ungum Virki, fara at greiða frá teirra hugskoti og hvussu arbeiðsgongdin hevur verið.
Freistin at søkja inn á miðnám er 15. mars, og lestrarvegleiðingin verður tøk at svara spurningum og ivamálum.
Kafé verður eisini, so gott er at hava reiðan pening við.
Verið hjartaliga vælkomin á Miðnám á Kambsdali mánakvøldið kl.19.00!