Nú ber til at søkja inn á AÚ

Akademiútbúgvingin er kvøldskúli og er serliga ætlað teimum, sum arbeiða og samstundis vilja førleikamenna seg fakliga.  Í vár verða tríggjar lærugreinar bodnar út á Miðnámi á Kambsdali.

Leiðsla í verki er fyri tey, sum ynskja at gerast ein betri leiðari, og ynskja at kenna sínar styrkir og veikleikar. Við røttu amboðunum og ástøðini fert tú at meta um og síggja, hvussu tú mennir tín egna leiðslustíl. Hetta er ein kravd lærugrein á leiðslubreytini.

Marknaðarstrategi og virkismenning er fyri tey, sum vilja vita, hvussu ein marknaðarstrategi og virkismenning verður sett í verk, og hvussu ein kann arbeiða tvørfakligt saman um strategi og virkismenning. Hetta er ein kravd lærugrein á sølu- og marknaðarførslubreytini.

Altjóða búskapur er fyri tey, sum vilja fáa skil á búskaparligum samanhangum í altjóða búskapinum. Lærugreinin er vallærugrein á búskapar- og tilfeingisbreytini.

Innlatingarfreistin er 12. Januar 2023.

Meira kunning um útbúgving og lærugreinar sæst her