Nú er klárt at søkja inn á akademiútbúgvingina

Í heyst bjóðar Miðnám á Kambsdali tvær lærugreinar út á AÚ.

Lærugreinarnar eru:

Fyriskipan og starvssálarfrøði; lærugreinin er fyri tey, sum vilja vita meira um leiðslu.

Ársfrásøgn og roknskapargreining; lærugrein fyri tey, sum vilja læra at lesa og skilja ein roknskap

Undirvíst verður eitt kvøld um vikuna fram til jóla, og próvtøkan verður so í januar 2024.

Akademiútbúgvingin á Miðnámi á Kambsdali er fyri fólk, sum vilja førleikamenna seg innan fyri leiðslu og tað merkantila økið.

Upptøkutreytir o.a. sæst á heimasíðu skúlans. Meira kunning um og tilmelding til lærugreinarnar finst her