Próvhandan í norðuratlantiska flokkinum
Miðnám á Kambsdali hevur í nøkur ár verið partur av norðurlendskum samstarvi um ein miðnámsflokk við næmingum úr Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi, sum gjøgnum tey trý árini ganga í skúla í øllum fýra londunum.
Fyrr í vikuni var fyri aðru ferð próvhandan í Sisimiut í Grønlandi, har næmingarnir ganga seinasta árið. Hesaferð var ein føroyskur næmingur í flokkinum, Angela Kirke Davidsen. Samstarvið byrjaði í 2019 og fyrstu NGK-pisurnar vórðu sostatt lidnir í fjør, tá føroysku Femja Poulsen og Angela Djurhuus fingu serstaka miðnámsprógvið.
Norðurlendska samstarvið er skipað soleiðis, at fyrsta árið ganga næmingarnir á Gribskov Gymnasium í Norðursjællandi, annað árið ganga tey um heystið á Miðnámi á Kambsdali og um várið á Verzlunarskólanum í Reykjavík, og triðja árið ganga tey í GUX Sisimiut í Grønlandi. Tað eru 6 føroyskir næmingar í flokkinum, sum nú kemur á Kambsdal at ganga í skúla í heyst. Hetta er eitt áhugavert samstarv, sum afturat útbúgvingini gevur næmingunum innlit í mál og mentan í Danmark og í útnorði.