Nú er klárt at søkja inn á akademiútbúgvingina

Í vár bjóðar Miðnám á Kambsdali tvær lærugreinar út á AÚ.

Lærugreinarnar eru:

Broytingarleiðsla; lærugreinin “broytingarleiðsla” gevur tær ta ástøðiligu og verkligu vitanina, so at tú gerst før/ur fyri at greina og leiða tilgongdina.

Vinnubúskapur; lærugreinin “vinnubúskapur” fer at fáa teg at skilja heildina av búskapinum í einum virki og fer at gera teg føran fyri at leggja ætlanir, hvussu búskapurin kann gerast betri.

Akademiútbúgvingin á Miðnámi á Kambsdali er fyri fólk, sum vilja førleikamenna seg innan leiðslu og tað merkantila økið.

*Freistin, at melda seg til akademiútbúgvingina, er longd til sunnudagin, 19. januar 2025.

Upptøkutreytir o.a. sæst á heimasíðu skúlans. Meira kunning um og tilmelding til lærugreinarnar finst her.