Nývalda næmingaráðið farið til verka

Skúlin hevur enn einaferð mannað næmingaráðið. Fyrstvald í ár vóru Emi Danielsen í N20y, sum fekk 68 atkvøður, og Jan Tórheðinsson í N20x, sum fekk 60 atkvøður. Teimum á baki komu Mirjam Glerfoss í B20b við 37 atkvøðum og Brynhild Dahl Jacobsen í H21b og Emma L. Nagurset í N21y, sum báðar fingu 34 atkvøður. – Um hesi fimm ikki fáa møtt, so eru Sesilia Feilberg í N20x og Markus Jensen í N21x eykavald og klár at møta á fundi. Eitt sindur fleiri næmingar vóru á vali í ár enn undanfarna skúlaár. Valluttøkan var hesaferð 73,24%.

Næmingaráðið hevði sín fyrsta fund í gjár. Ráðið hevur skipað seg við Emi Danielsen sum forkvinnu, Jan Tórheðinsson sum næstformanni, Mirjam Glerfoss sum kassameistara, Brynhild Dahl Jacobsen sum skrivara og Emma Langgaard Nagurset sum nevndarlimi.

Forkvinnan heldur, at hon fekk eitt so gott val, tí hon hevur lovað at arbeitt fyri at lítla kantinan skal lata upp aftur. Í løtuni eru vanliga alt ov nógvir næmingar í bíðiraðnum. Eisini hevur hon lovað at arbeiða fyri ymiskum frítíðartiltøkum aftaná skúlatíð. Næmingaráðið er til fyri næmingarnar á skúlanum, so næmingar eru altíð vælkomnir at seta seg í samband við forkvinnuna og restina av ráðnum. Nýggja ráðið er spent at fara til verka.