Foreldrafundur á serbreytini hóskvøldið, 22/9 kl.19.00

,

Hóskvøldið tann 22/9 verður árligi foreldrafundurin á serbreytini, har foreldur hava høvi at koma inn á skúlan at hoyra um dagliga arbeiðið á breytini.

Útbúgvingarleiðarin, Óli Wolles, sigur nøkur orð um breytina og Kinnie frá Sernámi greiðir frá sínum leikluti.

Síðani gjøgnumgongur Sunneva Lambavík, toymisleiðari, tímatalvuni og greiðir frá tí, sum ymsu bólkarnir arbeiða við.

At enda verður farið út í bólkin, sum einstaki næmingurin hoyrir til, A,B ella D hvør sær, har foreldur fáa nærri innlit í arbeiðið hjá bólkinum.

Eisini verður kaffi og okkurt søtt at fáa. Fundurin byrjar kl.19. Verið vælkomin!