Kópakonusagnir og Havfrúuævintýr
Í dag fáa vit á Miðnámsskúlanum forkunnuga vitjan úr Odense. N21x-flokkur okkara er við í einari Nordplus-verkætlan, har tey í august vitjaðu í Danmark og búðu heima hjá næmingum á Tietgen Handislgymnasium – tey fingu eisini møguleika at luttaka í undirvísingini á skúlanum. Í dag byrja so seks dagar, har danski skúlin vitjar í Føroyum og luttøkur í undirvísingini á Kambsdali og ymiskum skúlatiltøkum uttanfyri skúlagátt saman við føroysku vertsnæmingunum. Talan er um ein stóran hóp – 26 næmingar úr Odense og 26 næmingar í N21x, og harafturat eru nakrir lærarar.
Í Odense, haðani nakrar av myndunum eru, vitjaðu føroysku og donsku næmingarnir áhugaverda Víkingasavnið Ladby, forkunnuga Bisonoksagarðin Detlevsdal, sera stásiliga og áhugaverda H.C.Andersen-savnið í býnum – og eina morgunin varð skipað fyri vitjan hjá fótbóltsfelagnum OB – har ið flokkarnir hoyrdu um, hvussu ein slík ‘fyritøka’ verður rikin. Lunnar vóru lagdir undir sera góðum vinarbondum millum næmingarnar, sum longu nú fáa høvið at vitja hvønn annan aftur. Føroysku næmingarnir høvdu fyrireikað framløgur um Føroyar og føroyska samfelagið til donsku gestanæmingarnar á Tietgen Skúlanum – og endin var, at tey fóru runt í fleiri flokkum á skúlanum við væl umtóktu framløgunum.
Tá ið gestirnir úr Danmark koma til landið í dag, fara næmingarnir saman á seturskúla í eitt døgn í Mikladali, har endamálið er at vísa donsku gestanæmingunum úr ‘stórbýnum’ Odense lítla bygdasamfelagið í Kalsoynni – eisini fer flokkurin at hoyra um føroyskan landbúnað, fuglalív og um áhugaverdu James Bond-verkætlanina, sum fólk í Kalsoynni hava tikið til sín og brúka í ferðavinnuhøpi. Sjálvandi skulu næmingarnir eisini læra um kópakonuna, sum kanska er eitt føroyskt slag av havfrúuævintýri, sum danski ævintýrarithøvundurin H.C.Andersen úr Odense skrivaði og útgav í 1837.
Annars er undirvísing á skránni, vitjað verður á Bakkafrost, har framleiðslugongdin og burðardygd er á breddanum, og harafturat eru vitjanir á Listasavni Føroya, Visit Faroe Islands, Føroya Løgtingi, í Christianskirkjuni, hjá elsta bryggjaríðnum í Føroyum – Føroya Bjór, hjá KÍ – og so fara næmingarnir eisini at gera útferð norður til Eiðis, Gjáar og Funnings, haðani nakrir næmingar í føroyska flokkinum eru. Bygdir sum Trøllanes og Gjógv uppliva í størri og størri mun hvørja ávirkan (hóp)ferðavinna hevur, og hetta ætla næmingarnir eisini at kanna á ferðini í Føroyum.
Donsku næmingarnir fara eisini at læra eitt sindur um føroyskt mál og um mentanarmunir og líkheitir millum danska og føroyska samfelagið, menðan Nord Plus-verkætlanin er á skránni. Høvuðsendamálið er tó at skapa næmingavinarløg tvørturum norðurlendsk landamørk, so tíð skal eisini vera til hugna á ferðum sum hesum. – Og vit hava frætt, at onkur lívfrøðilærari ætlar sær á flot ella á seiðaberg saman við donsku gestunum, so nú vóna flokkarnir av Tietgen Handelsgymnasium og av Miðnámi av Kambsdali bara, at veðurgudarnir eisini smíla eitt sindur hesar dagarnar. Tað er Óluva Klettskarð og Jóannes Næs Petersen, sum taka sær av áhugaverdu verkætlanini, og tey ynskja at takka vertsfamiljunum í Føroyum mangar ferðir fyri teirra týdningarmikla íkast til eitt tiltak sum hetta.