Ítróttardagur 2022
Mikudagin 7/9 var árligi ítróttardagurin á Miðnámi á Kambsdali, har allir flokkar kappaðust ímóti hvørjum øðrum í ymsum spennandi avbjóðingum í ítróttarhøllini, inni á skúlanum og í økinum rundanum.
Flokkarnir høvdu, sum vanligt er, valt mong uppfinnsom og áhugaverd temu, sum sóust aftur í búnum og herrópum, og veðrið var av tí fagrasta. Lærarar stóðu fyri kappingum, vóru dómarar og røktu mangar av teimum mongu uppgávunum, sum eru ein slíkan dag.
Byrjað varð við felags upphiting, og so varð herjað á við leikunum. Gjøgnum dagin fingu næmingar frukt, og tá kappingarnar vóru lidnar, so vóru grillaðar pylsur á skrá, áðrenn kosnu vinnararnir vórðu kunngjørdir.
12 ymsar kappingar vórðu, og hvør árgangur kappaðist fyri seg. Á 1.árgangi vann B22a, á 2.árgangi N21x og á 3.árgangi B20b.
Ein serligur vinningur verður á hvørjum ári latin tí flokki, sum vísir besta ítróttaranda, samanhald, herróp, tema og búnar. Hendan heiður vann N20x í ár.
Vit takka ítróttarlærarum skúlans Boban Ilic, Turið Petursdóttir og Elisabeth Purkhús í Lambanum fyri ein framúr væl skipaðan, stuttligan og á allan hátt góðan dag.
Jóannes Næs Petersen tók myndirnar og Magni Høgnesen gjørdi filmin.