Prógvhandan á Miðnámi á Kambsdali.

Tann 15. mai var ein serligur dagur á Miðnámi á Kambsdali, tá ið fyrsta prógvhandanin í ár varð hildin. Talan var um næmingar í føroyskum sum annaðmál, sum hava staðið skeið í FSA 2, stig 1, stig 2 og stig 3. Hetta var ein hugnalig løta, har vinfólk og familja vóru boðin við til hátíðarhaldið, og ábit og drekkamuður var at fáa eftir prógvhandanina.

Summir næmingar hava tikið fyrstu fetini á leiðini at læra seg føroyskt. Hjá øðrum næmingum var hetta triðja lestarhálvan á Kambsdali, og hevur tað verið ein fragd hjá lærarunum at fylgja næmingunum á persónligu málferðini og síggja menningina, ið er farin fram.

Óli Wolles, vararektari, bjóðaði vælkomin, og røður vórðu hildnar av undirvísarum á skeiðnum. Rektarin, Christian Joensen, handaði prógvini til næmingarnar, sum høvdu staðið seg væl. Løtan gjørdist enn meira hátíðarlig við tónleikainnslagi frá Jákupi á Lakjuni, sum spældi tvey vøkur løg, sum hóskaðu væl til høvið.

Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál á Miðnámi á Kambsdali fylgir altjóða CEFR-leistinum (Common European Framework of Reference for Languages), ið hevur til endamáls at stimbra málsligar førleikar og gera tað møguligt at samanbera málkunnleika tvørtur um landamørk. CEFR er ein skipan, sum hjálpir næmingum at menna seg stigvíst frá byrjanarstigi til eitt víðkað stig. Hetta merkir, at næmingar kunnu síggja egnu menning og seta sær mál fyri framtíðina.

Næmingarnir, sum fingu prógv, vóru:
Aftast frá vinstru: Catherine Beltran, Rechie Müller, Imely Rose Miðberg, Jon Smith, Pipaluk Joensen, Mao Otani, Henrietta Arinda Ziska Dahl, Prashim Khadka.
Fremst frá vinstru: Jennifer Mohr, Sheena Mae S. Mørkøre, Khuldah Mikkelsen, Michelle Ann Nikolajsen, Ludylyn Jacobsen, Airada Højgaard, Jessel í Vátutoft, Cheryll Ziska og Nadezhda Vilynets. Vantar á myndini: Sara Banjac.                                         

Lærararnir, sum hava undirvíst, eru Absalon Matras, Christina Jensen, Deirdre Hansen, Elinborg Osvaldsdóttir, Gunnvør Hoydal Brimnes, Jákupbjørg Lambaa og Joan Gardar.
Fjølbroytni, viðkomandi starvsroyndir og vitan um annaðmálslæring í lærarahópinum, har hvør einstaki lærari er komin við sínum persónliga íkasti, hevur tryggjað næmingunum eina víðfevnda og áhugaverda undirvísing, har næmingarnir hava latið væl at. Gott lag, ágrýtni og virkisfúsi hevur eyðkent tímarnar í FSA-stovuni, og týdningurin av, at tilflytarar eru ein partur av einum skúlaumhvørvi, kann ikki undirmetast. Tað er við til at skapa eitt fjølbroytt og rúmandi skúlaumhvørvi, har øll læra av hvørjum øðrum. At vera ein partur av einum skúlaumhvørvi gevur tilflytarum betri møguleikar at knýta sosial sambond, skilja samfelagið og menna sínar málførleikar, men hetta er eisini gott fyri miðnámsnæmingar, tí tað fremur virðing og samhaldsfesti.

Tá hurðar latast aftur, latast aðrar upp, og prógvhandanir minna okkum á júst hetta. Vit vilja ynskja næmingunum hjartaliga til lukku við próvnum í føroyskum sum annaðmál.