Træplanting á Kambsdali

Næmingar og starvsfólk á serbreytini eru nú farin at planta trø omanfyri skúlan. Serbreytin hevði nakað av gartnaravirksemi sum part av undirvísingin í lokaða garðinum millum skúlabygningarnar. Við útbyggingini gjørdist tann garðurin byggipláss.

Tí verður arbeitt við at skapa eitt nýtt hugnaligt útiøki omanfyri skúlan – millum skúlan og Dalsveg. Har eru lagdir tveir høgir moldryggir suðureftir og vestureftir at geva eitt sindur av lívd. Og í dag eru næmingar og starvsfólk á serbreytini farin at planta trø í hesar lívdargarðar.

Umhvørvismálaráðið játtaði 25.000 kr. at keypa trø fyri, og hesi verða nú sett niður eftir eini skitsu frá Skógrøktini. Spennandi verður at síggja um nøkur ár, tá trøini eru komin fyri seg. Ein partur av verkætlanini hevur eisini verið at gera eitt útitún og at gera klárt til eitt drívhús á økinum. Tað er liðugt planerað. Við hesi verkætlan fær serbreytin aftur mistu møguleikarnar at undirvísa í grønmetisframleiðslu. Eisini verða betri umstøður at njóta góðveðursløtur uttandura.

Men tað mugu eisini vera stundir at eta og hugna sær, so í einum króki tók onkur sær av grillini í góðveðrinum.