Próvhandan – Gymnasialt miðnám
Fríggjadagin 24. juni var próvhandan á búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreytini á Kambsdali. Í ár vóru tað 140 studentar, sum fingu prógv. Próvhandanin fór fram í Ítróttarhøllini á Kambsdali.
Til próvhandanina framførdu næmingar, ið hava havt tónleik á A-stigi, tvey løg. Eisini framførdi Eik Klæmintsdóttir, næmingur, á klarinett.
Randi Hansen, Hallgerð Brim og Eyðun á Lakjuni sungu og spældu undir til felagssangin.
Rektarin helt røðu, áðrenn prógvini vórðu handað. Næmingarnir, sum høvdu bestu próvmetini á teimum fýra breytunum, fingu heiðurslønir fyri góðu avrikini, og næmingurin við bestu uppmøting fekk eisini heiðursløn. Viðurkenning varð eisini latin næmingaráðsformanninum, ið hevur umboðað endaflokkarnar í næmingaráðnum í ár.
Kristfríð Tyril tók myndirnar.