Serbreytin hevur jólasølu
Árliga jólasølan hjá Serbreytini verður í morgin, týsdagin 10. desember í vakstrarhúsinum úti í garðinum (um viðrar – annars við bókasavnið).
Sølan letur upp kl. 09.40 og hevur opið til kl. 13.00, ella so leingi vøra er.
Á Serbreytini hava næmingarnir arbeitt eina viku í ymiskum jólaverkstovum. Á sølulistanum í ár eru bomm, smákøkur, jólaupphang, til- og frákort, innkeypstaskur og bestikklummar. Harafturat selja vit gløgg og eplaskivur.
Tað er umráðandi at hava reiðan pening tøkan í morgin, tí vit taka ikki ímóti korti, siga tey á Serbreytini.
Ágóðin av søluni fer óskerdur til eitt barnaheim í Bangladesj. Tað vóru tær báðar Sunneva Mohr og Lis Sørensen, sum fingu samstarv í lag við heimið í 2009. 70 dreingir búgva á heiminum, sum m.a. verður rikið við gávum úr Føroyum.
Í heyst vitjaðu Sunneva, Lis og Fróði, sum er fyrrverandi næmingur á Kambsdali, barnaheimið, har myndin niðast á hesi síðuni er tikin.
Vælkomin at vitja vakstrarhúsið og jólasøluna í morgin.