Næmingar lýsa skúlan
Næmingar í lærugreinunum miðlakunnleiki og leiklist samstarva í løtuni um eina verkætlan, har tey lýsa Miðnám á Kambsdali í filmsbrotum.
Fyrsta stig í verkætlanini var at leggja til rættis – finna málbólk, avgera hvussu tey vildu lýsa skúlan og hvønn tey skuldu hava samrøður við.
Síðani fóru tey undir sjálvar upptøkurnar. Tey hava tikið upp ymsastaðni í skúlanum, soleiðis at filmsbrotini vísa skúlan í síni heild. Næmingarnir í miðlakunnleika vóru upptøkufólk og fingu soleiðis høvi at brúka filmsmyndatólini í verki. Næmingarnir í leiklist eru vertir í upptøkunum og fingu sostatt møguleika at royna seg í øðrívisi leiklutum enn teimum í sjónleiki, sum verður settur á pall.
Í løtuni arbeiða næmingarnir í miðlakunnleika við at vigera tilfarið, og í næstum fáa vit vónandi øll høvi at síggja úrsliti av verkætlanini.