Stórur dagur á serbreytini
Nú nærkast endin á hesum skúlaárinum, og fyrireikingarnar til stóra dagin, tá pisurnar fáa húgvuna á høvdi, eru so smátt byrjaðar. Í gjár var Margretha Næs Petersen, sum sniðgevur húgvurnar, á vitjan á skúlanum. Hon tók mát av øllum næmingunum sum fáa húgvuna á høvdið í summar. Tað sum var serstakt hesa ferð var, at í ár sluppu næmingarnir á serbreytini eisini at taka mát. Næmingarnir sum byrjaðu á serbreytini fyri 4 árum síðani fáa prógv í summar, og fáa tískil eisini húgvuna á høvdið.
Tað verður ein søguligur dagur á Miðnámi, tá tær fyrstu pisurnar á serbreytini fáa húgvuna á høvdið í summar.
Á facebook síðuni hjá skúlanum ber til at síggja fleiri myndir.