Sci-fi filmar á breddanum
Í farnu viku høvdu vit vitjan av filmsframleiðaranum, Aka Hansen og leikstjóranum, Natalia Anna Ciepiel. Tær hava gjørt sci-fi filmin, Polar, sum er upptikin í Grønlandi. Filmurin er gjørdur í samband við eina filmsverkætlan, sum tær hava gjørt á Super16 filmskúlanum í Keypmannahavn.
Tær høvdu eina framløgu fyri næmingum í miðlakunnleika um hvussu Polar bleiv gjørdur. Næmingarnir fara í næstum at arbeiða við genruni sci-fi. Ofta er tað sera trupult at gera ein lágpraktiskan film, tá ið tú arbeiðir við sci-fi elementum. Tað var sera áhugavert at hoyra hvussu tær høvdu lagt arbeiði til rættis, og hvussu tær máttu arbeiða seg burturúr ymsu forðingunum sum tær møttu á vegnum.
Tær greiddu eisini frá um hvussu tað ber at skaffa fígging til filmsverkætlanir og annað.
Skúlin takkar Aka og Nataliu fyri vitjanina.
Tú kannst lesa meira um Polar-verkætlanina við at trýsta á her.