Næmingurin hesa vikuna: Signhild Joensen

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla?

Eg valdi at fara á miðnámsskúla, tí eg vildi hava eina útbúgving og valmøguleikarnir á Kambsdali fullu best til mín og mínar framtíðarætlanir.

Hvørjari breyt gongur tú á?

Eg gangi á Búskaparbreyt.

Hví valdi tú júst hesa breytina?

Eg valdi hesa breytina, tí hetta var tann breytin sum eg helt var mest áhugaverd. Eg havi altíð dáma væl og vilja lært meir um tær lærugreinarnar, ið búskaparbreytin hevur at bjóða.

Hvør er tín yndislærugrein?

Sum sagt, so dámar mær allar lærugreinarnar væl, men eg haldi at lærugreinar sum altjóðabúskapur, sølubúskapur og fígging eru sera áhugaverdar.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava?

Ein góður lærari er ein ið dugir at gera lærugreinarnar spennandi og letur ikki allar blokkarnir vera einstáttaðar. Samstundis sum hann dugir væl at læra frá sær og er fyrikomandi við næmingarnar.

Lýs lestrarlívið við trimum orðum?

Læruríkt, spennandi og samanhald

Hvat ger skúlin rætt?

Eg haldi skúlin ger nógv ting røtt, eitt nú við at skipa fyri tiltøkum og ymiskum fyri at samansjóða flokkarnar, samstundis sum tað fakliga innihaldi er á høgum støði.

Hvat kundi skúlin gjørt betri?

Eg haldi at skúlin ger tað gott, og dugi ikki at siga hvat kundi verið gjørt betri.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd?

Eg haldi at øll árini vera seint gloymd og tað hava verið sera nógvar góðar løtur, serliga saman við floksfeløgum. Eitt nú miðnámsveitslur, ítróttardagar o.a. vera eisini seint gloymdar.

Hvar ert tú um 5 ár?

Eg vóni at eg enn kann sameina svimjingina og víðari lesnað á hægsta stigi onkrastaðni í heiminum.