Nordplus junior
Hesa vikuna hevur búskaparbreytin vitjan av næmingum og lærararum úr Íslandi, Letlandi og Finnlandi. Tey vitja í samband við verkætlanina ‘Nordplus junior’. Nordplus er ein grunnur, sum letur stuðul til samstarv millum lond í Norðurlondum og Baltalondum.
Evnið, sum næmingarnir arbeiða við er burðardygg ferðavinna.
Gestirnir komu til landið í gjár og fara avstað aftur leygardagin. Í dag eru næmingarnir í Havn, har tey millum annað eru til fyrilestur hjá Pól Sundskarð frá hiking.fo.
Tú kanst fylgja arbeiðsgongdini á Instagram: #nordplusgreen #búskaparbreytin18a #miðnámákambsdali
Myndin er ein felagsmynd av næmingum og lærarum úr øllum londunum.