Tour de Economy

Næmingar á Búskaparbreytini hava seinastu tíðina spælt spælið Tour de Economy.
Tour de Economy er eitt virkisspæl ið hevur til endamáls at læra næmingarnar um fígging á ein stuttligan og ørvísi hátt. Næmingarnir arbeiða í bólkum og skulu í felag seta á stovn og reka eina fyritøku. Á henda hátt fáa næmingarnir eina heildarmynd av, hvussu ein fyritøka er skipað.
Á myndini omanfyri síggja vit eina felagsmynd. Niðanfyri eru myndir av vinnandi bólkunum.