Lærarastørv á Kambsdali

Samanlagt er talan er seks lærarastørv.
Tímar eru serliga í hesum lærugreinum:
Enskum, føroyskum, støddfrøði og virkisbúskapi
Avloysaratímar og stakir tímar eru harumframt i hesum lærugreinum:
Tónleiki, vinnulívsrætti, latíni, fígging
Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.
Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ects frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.
Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
- at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
- at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
- at leiða og leggja til rættis undirvísingarstøðuna
- at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
Harafturat verður dentur lagdur á:
- at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu
- at tú hevur góðar KT førleikar
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2019. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo.
Spurningar um størvini kunnu setast Páll Isholm, rektara, á pai@kambsdalur.fo.
Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.